Nevndin skipaði seg beinanvegin aftaná fundin, og nýggja nevndin sær nú soleiðis út:
Formaður: Suni Simonsen
Næstformaður: Marner Seloy
Skrivari og kassameistari: Janus Jensen
Nevndarlimir: Hjalmar Ingebrigtsen og Fríðbjørn Seloy, báðir nývaldir.
Eykalimir eru Martin Garðalíð og Petur Joensen.
23-02-09
Nes Sóknar Handverkarafelag havt aðalfund
Nes Sóknar Handverkarafelag hevði ársaðalfund 5. februar.
Undirtøkan var av tí mesta í fleiri ár. Møttir vóru 16 limir.
2 nevndarlimir stóðu 2 fyri vali. Sámal Hansen var afturvaldur,
og nýggi nevndarlimurin er Thomas Johannesen úr Æðuvík.
Nú manna hesir nevndina í Nes Sóknar Handverkarafelag:
Henry Olsen, formaður
Karl Magni Hammer, næstformaður
Thomas Johannesen
Sámal Hansen
Rasmus Magnussen
Eykalimir: Leivur Poulsen og Eyðun Kjeld, báðir úr Saltangará.
07-02-09
Samlagstryggingin bøtt
Samlagstryggingin, sum umfatar limir felagsins, er frá 1. januar 2009 broytt, so at hon nú eisini veitir útgjald, um hjúnafelagi ella sambúgvi hjá limi doyr. Henda upphædd er helvtin av tí sum limurin sjálvur er tryggjaður fyri. Upphæddin, um limur doyr, er hækkað úr 400.000 kr. upp í 500.000 kr. Hjúnafelagin ella sambúgvin er tí tryggjaður við 250.000 kr. í løtuni.
Víðkanin fevnir ikki um hættisliga sjúku hjá hjúnafelaga ella sambúgva. Framvegis er galdandi at um limur, ella barn hjá limi fær hættisliga sjúku, verður útgoldið ávikavist kr. 100.000 ella 60.000 kr.
Sí faldara, sum kunnar neyvari um tryggingarnar: SAMLAGSTRYGGING
06-01-09
Nýggjur sáttmáli millum KAF og Føroya Handverkarafelag/Landsfelag Handverkarana og SEV
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Handverkarafelag/Landsfelag Handverkaranna hava fyrrapartin fríggjadagin 12. desember 2008 skrivað undir nýggjan 2 ára sáttmála fyri handverkarar, ið starvast hjá SEV.
Nýggi sáttmálin kemur í staðin fyri fyrrgaldandi sáttmála millum elfelagið SEV og Føroya Handverkarafelag/Landsfelag Handverkaranna.
Sáttmálaskeiðið gongur frá 1. oktober 2008 fram til 1. oktober 2010.
Sí avtaluna, sáttmálan og lønartalvur her: SÁTTMÁLAR
15-12-08
Føroya Handverkarafelag gjørt samstarvsavtalu við Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya
Føroya Handverkarafelag/Landsfelag Handverkaranna og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya eru við gildi frá 5. september 2008 samd um, at kommunalir arbeiðsgevarar kunnu seta
fastløntar handverkarar eftir sáttmálanum millum Føroya Handverkarafelag/Landsfelag Handverkaranna og Fíggjarmálaráðið.
Sí avtaluna her: SÁTTMÁLAR
10-10-08
Fundur í útnorðursamstarvinum
Um vikuskiftið hava Føroya Arbeiðarafelag, Føroya Fiskimannafelag og Føroya Handverkarafelag verið á fundi í Íslandi í VN, útnorðurfelagsskapinum fyri fakfeløg.
Umboð fyri ASI í íslandi umframt grønlendska LO vóru á fundinum.
Á fundinum var m.a. umrøtt, hvussu felagsskapurin kann mennast, og hvussu fakfeløg í Grønlandi, Íslandi og Føroyum kunna styrkja samstarvið.
Gjørt varð m.a. av, at meira skal gerast burtur úr at kunna hvønn annan um fakfelagsgongdina, sáttmálar og skipanir í londunum.
Á fundinum greiddu umboð frá ASI frá, hvussu tey høvdu skipað seg viðvíkjandi útlendskari arbeiðsmegi. Greitt varð eisini frá nýggju endurútbúgvingarskipanini hjá fakfeløgunum, umframt at føroysk framløga var um Samtak.
Føroyar eru vertir fyri næsta árliga fundinum hjá VN, sum verður í august 2009.
07-10-08
Nýggj lønartalva galdandi frá 1. oktober
Nýggja lønartalvan er at finna undir:
SÁTTMÁLAR
Nevnast kann, at sveinalønin hækkar við 2,35 kr. og verður nú 118,29 kr.
Eisini hækkar eftirlønin við 1% til 12%.
Samstundis hækkar eftirlønin hjá lærlingum við 1% til 6,5%.
24-09-08
Føroya Handverkarafelag havt aðalfund
Føroya Handverkarafelag hevði aðalfund á Fjørukrónni í Vestmanna leygardagin 29. mars 2008. Øll limafeløgini vóru møtt. Orðstýrari á fundinum var Hans Pauli Strøm, landstýrismaður.
Formaðurin hevði frágreiðing um starv felagsins í farna ári. Formaðurin greiddi frá lønarsamráðingunum í heyst, sum gingu rímiliga væl.
Sáttmálin er yvir 3 ár við eini lønarhækking uppá góð 9%. Eftirlønarprosentið er nú 11%, og við endan á sáttmálaskeiðnum verður tað 13%.
Ein nýggj áseting kom eisini við í sáttmálan. Nú fáa limirnir í Føroya Handverkarafelag vaktargjald fyri at hava telefonvakt.
Eisini er nýgg áseting starvsaldursviðbót, sum er 1,6% av grundlønini aftan á 3 ára starvstíð.
Ein umsókn var komin frá flogteknikkarunum á flogvøllinum um innliman sum serfelag undir Føroya Handverkarafelag, og var hon gingin á møti.
Í stjórnini eru Suni Simonnsen fyri Vestmanna Handverkarafelag, Poul Øregaard fyri Norðstreymoyar Handverkarafelag, Jákup Eliassen fyri Fuglafjarðar Handverkarafelag, Finn Johannesen fyri Vága Handverkarafelag, Páll Gunnar Poulsen fyri Klaksvíkar Handverkarafelag og Leivur Poulsen fyri Nes Sóknar Handverkarafelag. Formaður er Henry Olsen.
Báðir starvstjórnarlimirnir stóðu fyri vali, og báðir vóru afturvaldir. Hesir eru í starvsstjórnini:
Henry Olsen, formaður
Suni Simonsen, næstformaður
Poul Øregaard, starvsnevndarlimur
02-04-08
Vestmanna Handverkarafelag havt aðalfund
Vestmanna Handverkarafelag, hevði aðalfund leygardagin 8. mars 2008.
Undirtøkan var sera stór, tað møttu 14 limir til fundin.
Trýggir limir stóðu fyri vali. Fríðbjørn Poulsen var ikki afturvaldur.
Nýggja nevndin skipaði seg soleiðis:
Súni Simonsen, formaður
Marner Simonsen, næstformaður
Janus Jensen, skrivari / kassameistari
Jóhan Hendrik Hansen, nevndarlimur
Pól M. Zachariasen, nevndarlimur.
Sum eykalimir sita Martin Garðalíð og Fríbjørn Seloy, sum er nývaldur.
31-03-08
Nes Sóknar Handverkarafelag havt aðalfund
Nes Sóknar Handverkarafelag hevði ársaðalfund 7. mars.
Av tí at aðalfundurin ikki var viðtøkuførur, var eykaaðalfundur hildin hálvan tíma seinni, enn ásetti fundurin skuldi vera.
Av nevndarlimum stóðu 3 fyri vali. Hesir vóru allir afturvaldir.
Í nevndini eru nú:
Henry Olsen, formaður
Karl Magni Hammer, næstformaður
Leivur Poulsen
Sámal Hansen
Rasmus Magnussen
Eykalimir eru Jónsvein Olsen, Rituvík, og annar eykalimur er Tummas Johannesen, Æðuvík.
11-03-08
Fuglafjarðar Handverkarafelag havt aðalfund
Fuglafjarðar Handverkarafelag hevði ársaðalfund 26. februar. 11 limir møttu upp til fundin.
Av tí at aðalfundurin ikki var viðtøkuførur, var eykaaðalfundur hildin hálvan tíma seinni, enn ásetti fundurin skuldi vera.
Av nevndarlimum stóðu 3 fyri vali. Hesir vóru allir afturvaldir.
Í nevndini eru nú:
Jákup Eliassen formaður
Jákup Thomsen næstformaður
Atli Ryggshamar skrivari
Edmund Abrahamsen
Jann Fr. Hansen
Nýggir eykalimir eru valdir. Fyrsti eykalimur er Jan Dam Vang, Leirvík, og annar eykalimur er Heðin Olsen, Fuglafjørður.
05-03-08
Tryggingargjald til samlagstrygging skal skattast
Føroya Lívstrygging upplýsir, at upphæddin, sum verður inngoldin til samlagstryggingina, vskal leggjast afturat skattskyldugu inntøkuni.
Útgjøld úr samlagstrygging eru tí skattafrí.
Lesið frágreiðing her
10-01-08
Setanaravtalur
Nýggju setanaravtalurnar sum eru avtalaðar við Meistarafelagið, og sum skulu brúkast við setan av fast- og tímaløntum handverkarum, eru at finna á:
Sáttmálar
10-01-08
Sáttmáli um Samlagstrygging
Limir felagsins hava, umframt rætt til eftirløn, nú eisini trygging, um limur doyr ella fær hættisliga sjúku. Føroya Handverkarafelag gjørdi fyrr í ár avtalu við Føroya Lívstrygging, ið ger, at um limur doyr, verður útgoldið kr. 400.000,- til eftirsitandi.
Um limur, ella barn hjá limi fær hættisliga sjúku, verður útgoldið ávikavist kr. 100.000 ella 60.000 kr.
Sí viðfesta faldaran, sum kunnar neyvari um tryggingarnar:
Lívstrygging og eftirløn
Í sambandi við at gjaldið til eftirlønina er hækkað, verður farið undir samráðingar í næstum við Føroya Lívstrygging um, hvussu frægast fæst burtur úr hesi hækking.
16-11-07
Fundur hjá NBTF í Kjepmannahavn
Umboð fyri Føroya handverkarafelag vóru á Ársaðalfundi hjá NBTF (Nordiske Bygnings- og Træarbejder Føderation) í Keypmannahavn 1.-2. november 2007. Á fundinum vóru eisini umboð úr Danmark, Svøriki, Noreg og Finlandi.
Fyri Føroya handverkarafelag vóru Henry Olsen, formaður og Páll Gunnar Poulsen á fundi.
Ymisk mál av felags áhuga vóru umrødd.
Ein fyrilestur var um ávirkanina av eftirliti á arbeiðsplássum.
Fyrilestrarhaldarin helt, at tað hevði negativa ávirkan við øllum kontrollinum, sum er í dag.
Eisini var ein fyrilestur um aspest. Hvussu vandamikið tað er og um, hvussu langa tíð tað hevði tikið, áðrenn stóru trupulleikarnir av aspest vórðu tiknir í álvara. Fyrilesturin kan síggjast á heimasíðuni hjá BAT Kartellinum
Lesið um tryggingarnar:
www.batkartellet.dk (Asbest- fortid, nutid. Præsentation på NBTF årsmøde 02112007). Fyrilestrarhaldari var Lars Vedergård.
06-11-07
Almennar lønarhækkingar

Føroya Handverkarafelag skrivaði 30. oktober undir ein 3 ára sáttmála við Fíggjarmálaráðið. Lønarkarmurin er 9%.
Eftirlønargjøldini hækka:
1 oktober í 2007 hækkar eftirlønargjaldið úr 11% uppí 12,5%
1 oktober í 2008 hækkar eftirlønargjaldið úr 12,5% uppí 14%
1 oktober í 2009 hækkar eftirlønargjaldið úr 14% uppí 15%
Lønin Hækkar:
1. oktober í 2007 hækkar lønin 2,0%
1. oktober í 2008 hækkar lønin 1.9%
1. oktober í 2009 hækkar lønin 1.9%

Nýggi sáttmálin og lønartalva eru at finna á síðuni:
SÁTTMÁLAR
31-10-07
1. nov. hálvur frídagur
1. november er hálvur frídagur hjá tímaløntum handverkarum.
31-10-07
Hava gjørt nýggjan 3 ára sáttmála

Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkarana hava 10. oktober undirskrivað nýggjan 3 ára sáttmála
við Føroya Handverksmeistarafelag.
Sáttmálin er galdandi frá 1. oktober 2007 til 1. oktober 2010.
Sambært sáttmálanum hækkar tímalønin
1. oktober 2007 við kr. 2,25,
1. okt. 2008 hækkar tímalønin 2,35 kr. og
1. okt. 2009 hækkar tímalønin 2,45 kr.
Eisini hækkar eftirlønin á hvørjum ári 1. oktober við 1%.
Lesið semjuna her ... (Word-skjal)
Lesið ískoytisskjal um koyring og burturarbeiði
hjá handverkarum og serarbeiðarum her ... (Word-skjal)
Nýggi sáttmálin og lønartalva eru at finna á síðuni:
SÁTTMÁLAR
15-10-07
Sáttmálasamráðingar eru millum Føroya Handverksmeistarafelag og tey bæði handverkarafeløgini
Fríggjadagin 14. september var fyrsti samráðingarfundur millum Føroya Handverksmeistarafelag og tey bæði handverkarafeløgini um nýggjan sáttmála.
Á hesum fyrsta fundinum handaðu partarnir krøv og ynski til broytingar í sáttmálanum, sum er uppsagdur og gongur út tann 1. oktober.
Partarnir skuldu hittast aftur týsdagin 18. september.
Tey bæði handverkarafeløgini Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkarana hava eins og undanfarin ár avgjørt at samráðast saman.
22-09-07
Føroya Handverkarafelag havt aðalfund
Føroya Handverkarafelag hevði aðalfund í Glæmuni í Kvívík leygardagin 9. juni. Øll limafeløgini vóru møtt, og orðstýrari var Niels Petersen.
Formaðurin hevði frágreiðing um starv felagsins í farna ári.
Felagið hevur gjørt sáttmála við Lív um samlagstrygging, og sum heild vóru limirnir væl nøgdir við avtaluna.
Samtykt var at siga sáttmálan við Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag upp at fara úr gildi 1. oktober.
Formansval var eisini á skránni.
Tvey uppskot vóru til sessin, Poul Øregaard og Henry Olsen. Henry Olsen frá Nes Sóknar Handverkarafelag varð valdur til nýggjan formann.
Næstformaður er Suni Simonsen Vestmanna Handverkarafelag.
Stjórnarlimur er Poul Øregaard Norðstreymoyar Handverkarafelag.
12-06-07
Avtala um trygging fyri allar virknar limir í FHF
Føroya Handverkarafelag hevur gjørt avtalu við Føroya Lívstrygging um trygging fyri allar virknar limir í Føroya Handverkarafelag.
Avtalan um samlagstrygging varð undirskrivað at koma í gildi frá 1. mai 2007.
Lesið meira á:
TÍÐINDI ...
01-05-07
Yvirlýsing um útlendska arbeiðsmegi
Fakfeløgini hava í felags yvirlýsing átala harðliga, at ríkislógartilmælið um útlendska arbeiðsmegi er samtykt ,uttan at neyðugu upplýsingar, fylgilógir og eftirlit fyriliggja, og uttan at spurningurin um framíhjárættin er loystur.
Lesið yvirlýsingina her:
Yvirlýsing.
17-05-08
Útlendingamálið
Tann 9. mai var starvsnevndarfundur í Føroya handverkarafelag.
Eitt av málunum til viðgerðar var uppskotið frá landsstýrismanninum í lógarmálum um útlendska arbeiðsmegi í Føroyum.
Føroya handverkarafelag hevur altíð havt og hevur framvegis tað støðu, at útlendskir handverkarar, sum koma til Føroyar at arbeiða hjá føroyskum handverkarameistarum, skulu arbeiða undir somu treytum og á jøvnum føti við føroyskar handverkarar. Teir skulu limast inn í tey lokalu handverkarafeløgini og gjalda limagjald og onnur gjøld eins og teir føroysku handverkararnir.
Teir skulu minimum hava tað til eina og hvørja tíð galdandi minstuløn, sum í løtuni er 115,94 kr. + feriuløn og eftirløn. Kravið um 30 tíma viku til útlendingarnar er órímiligt og gevur útlendsku arbeiðsmegini framíhjárætt.
Annars taka vit undir við at fara í verkfall saman við hinum fagfeløgunum um so skal verða. Vit síggja ongan annan møguleika at vera, um so er Landstýrið kroystir eina lóg ígjøgnum, sum gevur útlendingunum fyrimun.
Eingir tímaløntir føringar eru tryggjaðir 30 tímar uttan tey, sum arbeiða á flakavirkjum, og teirra útgjald er grundað á inntøkuna frammanundan.
13-05-08
Nú eisini eftirløn til lærlingar
Semja er gjørd millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag øðrumegin
og Landsfelag Handverkaranna og Føroya Handverkarafelag hinumegin um, at lærlingar, fevndir av lærlingasáttmálanum, sum er gjørdur felaganna millum, og sum kom í gildi 1. oktober 2005, fáa 3% í eftirløn frá 1. januar 2007 at rokna.
Umframt hesa eftirløn fáa lærlingarnir eisini eftirløn sambært grein 8 í omanfyri nevnda sáttmála.
Henda semja hevur við sær, at frá 1.januar 2007 rindar arbeiðsgevarin 4,5% í eftirløn til lærlingar.
Í tí sambandi verður heitt á lærlingarnar um beinanvegin at skráseta seg sum lim í einum av teimum lokalu handverkarafeløgunum.
Til ber at lesa semjuna á:
SEMJA UM EFTIRLØN
20-12-06
Nýggja lønartalvan
Lønartalva nr. 58 frá 1. oktober 2006 er komin í gildi.
Til ber at lesa lønartalvuna á:
LØNARTALVA NR. 58
19-10-06
Klaksvíkar Handverkarafelag 75 ár
Klaksvíkar Handverkarafelag er 75 ár í ár.
Leygardagin 13. maj hevði felagið opið hús fyri áhugaðum.
Formaðurin í Føroya Handverkarafelag, Poul Øregaard, var har norðuri og heilsaði uppá og tók myndir.
Sí
FRÁSØGN OG MYNDIR
18-05-06
Næstan sama lærlingatal
Yrkisdepilin hevur uppgjørt lærlingatilgongdina fyri 2005, sum er eitt vet størri enn árið fyri, 234 í 2005 og 225 árið fyri.
Býtt út á høvuðsyrkini er talið av lærlingum í 2005 hetta:
Byggiyrkið 48, El- og samskiftisyrkið 20, Fiskaídnaðar-, land- og havbúnaðaryrkið 1, Flutningsyrkið 20, Grafiska- og miðlayrkið 3, Handils- og skrivstovuyrkið 61, Matvøruyrkið 34, Metallyrkið 38 og Tænastu- og tilvirkisyrkið 9.
Kelda:
YRKISDEPILIN
22-04-06
Broytingar í lógini um yrkisútbúgvingar
Løgtingið hevur samtykt broytingar í lógini um yrkisútbúgvingar. Tær broytingar, sum gjørdar eru í lógini, eru hesar:
Nýtt stk. 5 í § 23, sum ásetir, at avgerð, ið er tikin av yrkisnevnd, sbrt. ásetingunum í hesi lóg, kann kærast til kærunevnd. Sum viðmerking til hesa broyting kann nevnast, at áður hevur borið til at kæra til Mentamálaráðið, men at nú skal kæra latast til eina kærunevnd.
Nýtt stk. 3 í § 36, sum saman við stk. 1 skal lesast soleiðis: Lærlingur og lærupláss kunnu gera avtalu um at leingja útbúgvingartíðina, um lærlingur (og síðan stk. 3:) ikki stendur eitt skúlaskeið og skal taka skúlaskeið ella part av hesum umaftur.
Kelda:
YRKISDEPILIN
22-04-06
Sáttmáli við tað almenna
Tann 9 desember 2005 skrivaðu Fíggjarmálaráðið undir nýggjan sáttmála við
Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna.
Talan er her um ein tveyára sáttmála við einum karmi, sum er umleið
2,6%.
Feløgini og Fíggjarmálaráðið samdust um at alt skuldi fara til
eftirlønina.
Eftirlønargjaldið hækkar í ár við 1% og næsta ár við 2%, og kemur tá upp
í 11%.
Lesið meira á síðuni:
SÁTTMÁLAR
09-12-05
Eftirlønin
Sambært sáttmálan millum FHF og FHMF rindar meistarin/arbeiðsgevarin frá 1 oktobur 2005 6,5 % av lønini í ein eftirlønargrunn hjá Føroya Handverkarafelag.
Tann 1. januar 2006 hækkar eftirlønin við 1,5% - hetta er gjald fyri halgidagar, ið áður var goldið í serliga grunn. Samstundis fella ásetingarnar í § 25 um Halgidagsgrunnin burtur.
Lesið meira á:
GJØLD
05-12-05
Lærlingatalið nøkunlunda støðugt
Tilsamans eru 203 nýggir lærusáttmálar skrásettir higartil í ár. Hetta er á leið tað sama sum í fjør.
Í ár eru 40 nýggir lærusáttmálar gjørdir í byggiyrkinum,
17 í el- og samskiftisyrkinum,
bara 1 í fiskaídnaðar-, land- og havbúnaðaryrkinum,
15 í flutningsyrkinum,
3 í grafiska- og miðlayrkinum,
heilir 29 í matvøruyrkinum,
30 í metallyrkinum
og 11 í tænastu- og tilvirkisyrkinum.
Í handils- og skrivstovuyrkinum eru gjørdir 57 nýggir sáttmálar.
Lærlingatalið hevur annars verið í minking seinastu árini.
Í 2001 vóru 307 nýggir sáttmálar skrásettir og í fjør bara 225.
Talið í ár man fara at verða nakað tað sama sum í fjør.
Kelda:
YRKISDEPILIN
03-12-05
Nýggi sáttmálin og lønartalvan
Núgaldandi sáttmáli og lønarsáttmáli millum øðrumegin Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna
og hinumegin Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag er nú tøkur á heimasíðuni.
Farið inn á síðuna
SÁTTMÁLAR
26-10-05
Nýggjur sáttmáli

Eftir friðarligar samráðingar í nakrar fáar dagar skrivaðu Føroya Handverksmeistarafelag og bæði handverkarafeløgini fríggjadagin í farnu viku undir nýggjan tvey ára sáttmála. Tað, sum er vunnið í hesum samráðingunum, er á sama støði sum sáttmálin, arbeiðarafeløgini fingi fyrr í ár, ein útreiðslukarmur á 2,4%.
Í semjuni er staðfest, at eftirlønin hækkar við 3%. Tað vil siga at tann 1 oktober 2005 hækkar hon við 1%, og 1 oktober 2006
hækkar hon við 2%.
Serligur sáttmáli er gjørdur fyri lærlingar. Handverkarar skulu framyvir hava setanarskriv, og uppsøgnartíðin hjá handverkarum er longd fyri tímalønt og stytt fyri fastlønt.
Gjaldið, 1,5%, íð higartil er farið til halgidagsgrunn, fer 1 januar 2006 í eftirlønargrunnin, og halgidagsgrunnurin verður avtikin.
3-10-05
Sáttmálasamráðingar
Føroya Handverkarafelag hevur í dag handað Meistarafelagnum sáttmálakrøvini.
Galdandi sáttmáli millum Føroya Handverkarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag er frá 1. oktober 2003, og hann gongur út sama dag í ár.
Partarnir koma saman aftur til fundar mikudagin, 21 september kl.13.00.
19-09-05
Nývald stjórn og starvsnevnd
Føroya Handverkarafelag hevði stjórnarfund leygardagin tann 11 juni.
Starvsnevdin varð skipað við Poul Øregaard sum formanni, og til næstformann varð Suni Simonsen úr Vestmanna afturvaldur,
Triði starvsnevdarlimurin er Henry Olsen, Rituvík.
Klaksvíkar Handverkarafelag hevur valt Páll Gunhard Poulsen, Kunoy sum stjórnarlim fyri Birgir Joensen.
SÍ VERANDI STARVSNEVND OG STJÓRN ...
13-06-05
FHF sigur sáttmálan upp
Á aðalfundi í farnu viku samtykti Føroya Handverkarafelag at siga lønarsáttmálan við Føroya Handverksmeistarafelag upp til 1. oktober 2005.
LESIÐ TÍÐINDASTUBBA HER ...
30-05-05
Handverksvinnan heldur stand
Lønarútgjaldingarnar í handverksvinnuni eru at kalla óbroyttar fyrra ársfjórðing í ár í mun til sama tíðarskeið í fjør. Bæði í vinnunum
skipasmiður, smiður og
bygging er ein lítil vøkstur í lønarútgjaldingunum higartil í ár í mun til í fjør. Munandi afturgongd er tó í lønarútgjaldingunum í vinnugreinini
annar ídnaður.
LESIÐ TÍÐINDASTUBBA HER ...
23-05-05
Málið um løn til handverkara í uppsagnartíðini latið fútarættinum til innheintingar

Eftir at avgerð í málinum um burturvísing av einum handverkara er avgjørt í rættinum, hevur advokaturin hjá Føroya Handverkarafelag, sum reisti sakina vegna handverkaran, heitt á Skipasmiðjuna at rinda uppsagnarlønina til handverkaran. Men Skipasmiðjan hevur framvegis ikki goldið tær knappar kr. 10.000, hóast málið varð endaliga avgreitt tann 30. mars í ár.
Advokaturin hevur tí eftir áheitan frá Handverkarafelagnum latið málið til Føroya fútarætt til innheintingar.
LESIÐ FRÁGREIÐING UM MÁLIÐ HER ...
30-04-05
Aðalfundur
Týskvøldið 19. apríl hevði Norðstreymoyar Handverkarafelag ársaðalfund á Maskinmiðstøðini í Kollafirði.
3 nevndarlimir stóðu fyri vali, og teir vórðu allir afturvaldir.
Nevndin sær soleiðis út: Poul Øregaard, formaður og Eyðbjørn Johansen, næstformaður. Hinir í nevndini eru
Hans Sofus Kjærbæk, Sigmund Hansen og Arvid Engskær.
20-04-05
Aðalfundur
Mikukvøldi tann 6. apríl hevði Nes Sóknar Handverkarafelag ársaðalfund í hølunum hjá Hæddini í Saltangará.
Skráin fyri aðalfundin er føst sambært viðtøkum felagsins.
Eins og árini framman undan byrjaði fundurin við at bjóðað varð smyrjibreyð og kaffi og te.
Tveir nevndarlimir stóðu fyri vali, Sámal Hansen og Karl Magni Hammer, og teir vórðu báðir afturvaldir. Hinir í nevndini eru Símun Pauli Johannesen, Leivur Poulsen og Henry Olsen formaður.
Eykalimir eru Jonsvein Olsen og Karl Vang.
07-04-05
Nýggj millumleiðaraútbúgving
Føroyska vinnan hevur brúk fyri fólki við millumleiðaraútbúgving.

Og tí fer Tekniski Skúlin í Havn aftur undir byggitøkningaútbúgvingina, sigur Tekniski Skúlin í Havn í tíðindaskrivi.
Fyri fýra árum síðani fór Tekniski Skúlin í Havn undir at útbúgva framleiðslutøkningar. Hendan útbúgving heldur fram, og nýtt skúlaskeið byrjar eftir summarfrítíðina.
.
LESIÐ TÍÐINDASKRIV ...
31-03-05
Fingu viðhald í landsrættinum
Málið um handverkaran sum varð burturvístur av Skála Skipasmiðju, tí at hann skuldi havt verið burtur í privatum ørindum

í arbeiðstíðini, er nú viðgjørt í landsrættinum.
Í einum fyribils úrskurði sigur Landsrætturin, at hann staðfestir avgerðina hjá Føroya Rætti, at handverjarin var burturvístur av
órøttum, og at hann tí skal sigast upp eftir reglunum í sáttmálanum og eigur rætt til løn í uppsagnartíðini.
Uppsagnartíðin hjá handverkarum er tó rættiliga stutt samanborið við einstakar aðrar starvsbólkar, sum í minsta lagi hava ein mánaða uppsagnartíð og summir enntá upp í fleiri ár.
Endurgjaldið til burturvísta handverkaran er tí einans slakar 10.000 kr.
Hinvegin fegnast Føroya handverkarafelag um at hava fingið rætt í tí prinsipiella í hesum málinum.
LESIÐ FYRRU GREININA UM MÁLIÐ ...
17-03-05
Skála Handverkarafelag havt aðalfund
Fríggjarkvøldið í farnu viku hevði Skála Handverkarafelag ársaðalfund í bygdasalinum á loftinum í ítróttahøllini á Skála. Skráin fyri aðalfundin er føst sambært viðtøkum felagsins. Eins og árini framman undan byrjaði fundurin við at bjóðað varð smyrjibreyð og kaffi og te.
Undirtøkan fyri aðalfundinum var hampuliga góð, serliga tá hugsað verður um, at arbeiðið er nógv minni nú, enn tað var fyri nøkrum árum síðani. 28 limir vóru á fundi, og tað er bara gott.
Tríggir stjórnarlimir stóðu fyri vali, Harald Østerø, Skálafirði, Robert Jensen, Skála og Christian Weihe. Christian er farin úr felagnum, nú hann er vorðin formaður hjá EL-Service. Tí skuldi felagið hava nýggjan nevndarlim, og neyðugt var at hava val.
Valdir vórðu Harald Østerø, Robert Jensen og Eyðun Poulsen.
Nevndin sær nú soleiðis út: Harald Østerø, Skálafirði, Robert Jensen, Skála, Janus Uldall, Skála, Høgni Houman, Saltangará og Eyðun Poulsen, Strendur.
Eykalimir eru Johannus Bertelsen, Innan Glyvur og Hendrik Magnussen, Søldarfjørður.
02-03-05
Vunnu sakarmál um ógrundaða burturvísing
Á heysti 2003 legði Føroya Handverkarafelag sak móti Skála Skipasmiðju, tí skipasmiðjan eftir felagsins meting ógrundað hevði burturvíst einum handverkara.
LESIÐ MEIRA ...
Ætla at endurstovna meistaralæruna í Danmark
Eitt uppskot um at endurstovna meistaralæruna, sum danska stjórnin og Dansk Folkeparti hava ætlanir um, hevur fingið heldur misjavna móttøku í vinnuni. Uppskotið er íkomið í sambandi við skipan av nýggjari stjórn eftir fólkatingsvalið, sum var herfyri.

Í stuttum gongur uppskotið út uppá at stytta skúlagongdina hjá lærlingunum og serliga at avtaka tær 20 vikurnar á skúlabonki, sum danskir lærlingar noyðast undir, tá ið læran byrjar.
Hetta skal gera, at eisini tey, sum ikki eru so bókliga sterk, og teir skúlatroyttu næmingarnir skulu fáa ein møguleika at koma í læru, har høvuðsdenturin verður lagdur á praktiska læru.
Atfinningarnar, sum eru komnar frá fleiri síðum eru, at tað er ein vandi at stytta læruna í eini tíð, tá ið samfelagið hevur brúk fyri arbeiðsmegi, sum er væl útbúgvin. Royndir vísa eisini, at eftirspurningurin eftir fólki við styttri praktiskari læru hevur ikki verið serliga stórur í Danmark.
Onkur hevur mælt til, at heldur enn at stytta læruna, eigur meiri dentur at verða lagdur á at styrkja pedagogiska ella námsfrøðiliga innsatsin fyri at hjálpa teimum, sum hava trupult við at klára bókligu krøvini.
Fleiri av donsku fakfeløgunum hava víst uppskotinum um at stytta bókliga partin aftur, meðan nøkur av meistarafeløgunum hava tikið undir við uppskotinum. Skúlarnir eru sum vituligt er ímóti.
Enn er óvist, hvørja lagnu hetta uppskotið fer at fáa.
Í Føroyum er støðan hjá lærlingum øðrvísi enn í Danmark, tí her byrja flestu lærlingar læruna á einum læruplássi, og hetta minkar um vandan fyri, at lærlingar, sum hava avgreitt bókliga partin av læruni, kanska koma at standa eftir við ongum læruplássi.
28-02-05
Lærlingatalið minkar støðugt
Sambært uppgerð, sum Yrkisdepilin hevur gjørt, vórðu 16 nýggir lærusáttmálar góðkendir og skrásettir í januar mánaði í ár. Hetta eru 7 sáttmálar færri enn sama mánaða í fjør,

og heilir 20 færri sammett við sama mánaða í 2003.
Lærlingatalið hevur verið í støðugari minking síðan 2003, tá ið tað minkaði við umleið 10 prosentum í mun til árið fyri.
Minkingin merkist bæði í handverksvinnuni og í skrivstovu- og handilsyrkjunum. Serliga stór hevur minkingin verið í handverksyrkjunum í fjør, tá ið talið av nýggjum lærusáttmálum minkaði við 20 prosentum.
Tað kunnu vera í hvussu er tvær grundir til minkingina. Onnur er, at lærlingatalið hevur verið javnt høgt tey trý árini 2000-2003, omanfyri 300 nýggir lærusáttmálar á hvørjum ári. Hetta kann hava við sær, at eftirspurningurin eftir lærlingum er mettaður eina tíð. Hin grundin kann vera minkandi virksemi.
Tølini fyri februar tykjast tó benda á, at minkingin er steðgað, og at lærlingatalið í ár verður ájavnt tað sama sum í fjør, hóast tað enn er nakað tíðliga at gera nakra endaliga meting.
Kelda:
YRKISDEPILIN
15-02-05
 |