|   FORSÍÐA  |   FELAGIÐ  |   SÁTTMÁLAR  |   LIMAFELØG  |   KUNNING  |   LEINKI  |


  Postadressa:
  Heiðavegur
  Boks 183
  FO - 610 Saltangará

  Telefon:
  (+298) 31 21 20
  (+298) 21 21 99

  Telefax:
  (+298) 32 04 20

  E-mail:
  fhf@fhf.fo



  Leita á heimasíðuni:
 

 



Tryggingargjald til samlagstrygging skal skattast

Sum limur í Føroya Handverkarafelag ert tú fevnd/ur av samlagstrygging, ið er ein felags trygging fyri allar virknar limir felagsins. Tryggingin gevur rætt til útgjald um tú doyrt ella fært staðfest “hættisliga sjúku.”

Tryggingin kom í gildi 1. mai 2007, og kostar kr. 130,- um mánaðin fyri árið 2007. Um tú hevur verið limur síðan tá, er gjaldið sostatt 8 mðr x kr. 130 = kr. 1.040.
Av tí at inngjaldið er óskattað og talan er um trygging uttan rætt til frádrátt í skattinum, er neyðugt at upplýsa hetta í sjálvuppgávuni. Upplýsingarnir verða settir á sjálvuppgávuna í teigi 260, sum víst niðanfyri:

Upphæddin verður løgd afturat skattskyldugu inntøkuni. Útgjøld úr samlagstrygging eru skattafrí.

Hevur tú annars spurningar hesum viðvíkjandi, ella spurningar um hvør fær útgjald av tryggingini, er tú vælkomin at ringja til okkara á tlf. 311111. Tú kanst eisini fara inn á heimasíðu okkara www.liv.fo, og lesa meira um samlagstrygging.

Vinarliga
Føroya Lívstrygging
Tórshavn, 11. februar 2008


11-02-08