|   FORSÍÐA  |   FELAGIÐ  |   SÁTTMÁLAR  |   LIMAFELØG  |   KUNNING  |   LEINKI  |


  Postadressa:
  Heiðavegur
  Boks 183
  FO - 610 Saltangará

  Telefon:
  (+298) 31 21 20
  (+298) 21 21 99

  Telefax:
  (+298) 32 04 20

  E-mail:
  fhf@fhf.fo



  Leita á heimasíðuni:
 

 



Vunnu sakarmál um ógrundaða burturvísing

Á heysti 2003 legði Føroya Handverkarafelag sak móti Skála Skipasmiðju, tí skipasmiðjan eftir felagsins meting ógrundað hevði burturvíst einum handverkara,

Orsøkin til burturvísingina skuldi vera, at handverkarin var farin ørindi av arbeiðsplássinum og út í sín egna bil. Har kom stjórin fram á hann. Stjórin segði seg tá hava leitað eftir handverkaranum í ein hálvan tíma, og eftir stuttan orðadrátt gav stjórin handverkaranum boð um at heinta síni amboð og fara av arbeiðsplássinum í stundini. Handverkarafelagið heitti á skipasmiðjuna, at hon, um hon hevði grund til tess, segði handverkaranum upp eftir reglunum í sáttmálanum.
Sambært hesum reglum hevur handverkari, sum hevur arbeitt samanhangandi í meir enn tvey ár, eina uppsagnartíð svarandi til 10 dagar. Skipasmiðjan svaraði, at handverkarin var burturvístur og tí ikki átti løn í uppsagnartíðini.

Í oktober mánaði 2003 legði Føroya Hanverkarafelag sak móti skipasmiðjuni við kravi um, at burturvísingin varð dømd ógrundað, og at handverkarin fekk løn í uppsagnartíðini.

Sum grundgeving fyri at uppsøgnin var ógrundað varð undir vitnisfrágreiðingunum ført fram, at tað var ikki óvanligt at arbeiðsfólk fór stutt ørindi av arbeiðsplássinum í arbeiðstíðini, og handverkarin átti í minsta lagi havt fingið eina ávaring, áðrenn hann var burturvístur. Skipasmiðjan førdi sína vegna fram, at her var talan um ørindi, sum hevði vart longi, og at tað tí var brot á avtalu millum starvssetta og arbeiðsgevaran.

Dómarin helt í sínum metingum ikki, at tað vóru løgd fram haldgóð prógv fyri, at handverkarin hevði verið longi úti í bilinum, og at grundarlag tí ikki var fyri burturvísingini. Í dóminum, sum var avsagdur 13. juli 2004, verður tí staðfest, at handverkarin hevur rætt til løn í uppsagnartíðini.
Skipasmiðjan vildi ikki ganga undir dómin og hevur tí stevnt hann inn fyri landsrættin til støðutakan.
28-02-05