Tíðindi

Ársaðalfundur

Føroya Handverkarafelag hevði ársaðalfund á Miðnám í Vestmanna tann 10.juni 2023. Feløgini vóru væl umboðaði.

Fundurin byrjaði við morgunmati kl. 9 og fundurin endaði kl. 16:30 við døgurða.

Á fundinum hevði LÍV eina framløgu um tryggingar, eftirløn og lokaupphædd.

Eftir ársaðalfundin skipaði nevndin seg við Suna Simonsen sum formanni, Heina Heinesen sum næstformanni og Jóhan Hansen sum nevndarlimi.

Eftir fundin var farið á rundvísing á Faer Isles Distillery í Vestmanna.