Tíðindi

Atlantic Workers Union haft ársaðalfund

Á fundinum tann 5. mars 2022 bleiv m.a. avgjørt at skifta navn á felagnum til Føroya Flogteknikarafelag.


Atlantic Workers Union hevði ársaðalfund í nýggju hølunum hjá Føroya Handverkarafelag tann 5. mars 2022.

Fundurin var viðtøkuførur og innihaldsríkur, millum annað bleiv avgjørt at skifta navn á felagnum til Føroya Flogteknikarafelag.


Aftaná fundin skipaði nevndin seg soleiðis:

Formaður: ​​Magnus á Stongunum

Næstformaður: ​Elfinn Ørvarodd
Kassameistari: ​Jónstein Biskopstø

Tiltakslimur: ​David S. Davidsen
Tiltakslimur: ​Hans Niclasen