Tíðindi

Føroya Handverkarafelag hevur handað krøv

Føroya Arbeiðsgevarafelag/Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Handverkarafelag/Landsfelag Handverkaranna eru nú farin undir at samráðast um handverkarasáttmálan sum gongur út 1. oktobur 2022.

Partarnir brúka nú nakrar dagar at fyrireika seg til krøvini hjá mótpartinum, og farið verður víðari við samráðingunum mándagin 26. septembur.​