Tíðindi

Lærlingar fingu prógv á TSK

22 lærlingar fingu í dag prógv á Tekniska Skúla í Klaksvík. 12 í elektrikarafakinum og 10 í maskinfakinum.​ 

Gestarøðari hesaferð var Suni Simonsen frá Føroya Handverkarafelag.

Nógv vóru komin at hátíðarhalda sveinarnar og varð tað tí ein hugnalig og heiðurlig løta við felagssangi og røðum.