Tíðindi

Ókeypis jakkar til limir felagsins

Føroya Handverkarafelag hevur keypt jakkar til allar limir sínar. Les meir her og vel stødd. Jakkar verða sendir til tey ið hava bílagt frá viku 15 og frameftir. 


Í samband við at Føroya Handverkarafelag hevur keypt jakkar til sínar limir, hava vit gjørt eitt útfyllingarskjal har tú hevur møguleika at velja eitt nú støddina tú ynskir og hvussu tú vilt móttaka jakkan, púra ókeypis. 

Um tú ert í iva um støddina á jakkanum, ert tú vælkomin á kontórið at royna jakkarnar.

Sí jakkarnar og vegleiðing til støddir við at klikkja á myndirnar niðanfyri.

Jakkarnir eru bláir, og hava búmerki hjá Føroya Handverkarafelag og LÍV á.

Jakkarnir verða bílagdir so hvørt, og verða sendir til tey ið hava bílagt frá viku 15 og frameftir. 

Átakið er nú liðugt, og til ber ikki at bíleggja jakkar longur.