Undirritaðu fakfeløg hava latið eitt boð inn til Vinnumálaráðið, at keypa Føroya Lívstrygging. Eftir at BankNordik og Ognarfelagið samdust um, at keypið ikki gjørdist veruleiki, stóð møguleikin opin hjá fakfeløgunum at leggja boð inn. Hetta er ein upplagdur møguleiki, tí fakfeløgini við sínum umleið 10.000 pensjónstakarum eru størsti partur av grundarlagnum undir Føroya Lívstrygging.
Endamálið við keypinum er, at tryggja limunum eina so góða pensjónsavtalu, sum til ber. Feløgini hava lagt dent á, at limirnir koma at fáa eitt so lágt umsitingargjald sum gjørligt, og at Føroya Lívstrygging við tíðini verður ment til ein nútímans pensjónskassa; - ein samfelagsbyggjandi grunn, sum kann gera íløgur í føroyska samfelagið. Samstundis skulu limirnir fáa eina so góða eftirløn, sum til ber.
Nevndirnar í niðanfyri nevndu fakfeløgum hava boðið 35 milliónir fyri Føroya Lívstrygging. Feløgini meta keypið vera eina góða og trygga íløgu, samstundis sum tað er eitt stórt framstig fyri fakfelagsrørsluna og føroyska samfelagið, tí ein størri partur av samlaðu pensjónsuppsparingini kann koma føroyska samfelagnum til gagns.
Umframt nevndu fakfeløg, stendur eisini øðrum fakfeløgum í boði at koma við. Nøkur av teim fakfeløgum, hvørs eftirlønir og tryggingar eru uttanlands, eru eisini við í boðnum. Privatu pensjónstakararnir fara framhaldandi vera ein týðandi partur av Føroya Lívstrygging, og fara at fáa eins góðar ella betri treytir enn higartil.
Hesi fakfeløg standa aftan fyri boðið:
Starvsmannafelagið
S&K-felagið
Føroya Handverkarafelag
Føroya Pedagogfelag
Maskinmeistarafelagið
Føroya Skipara- og Navigatørfelag
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
Heilsurøktarfelagið
Bioanalytikarafelagið
Fysioterapeutfelag Føroya
Ljósmøðrafelag Føroya
Kost- og Føðslufelag Føroya
Ergoterapeutfelag Føroya
Heilsuhjálparafelag Føroya
Føroya Byggifrøðingafelag
Føroya Tekniska Lærarafelag
Musikklærarafelag Føroya
Lærarafelag Handilsskúlans
Yrkisfelag Studenta- og HF-lærara
Føroya Verkfrøðingafelag
Arkitektafelag Føroya
Búskapar- og Løgfrøðingafelagið
Føroya Magistarafelagið
10-05-12
Føroya Handverkarafelag hevur havt aðalfund

Føroya Handverkarafelag hevur havt aðalfund á Muntra í Fuglafirði.
Í fýra av teimum sjey økisfeløgunum hava stjórnarumboðini í meginfelagnum eisini staðið fyri vali, og á aðalfundinum var boðað frá, at Poul Johannes Svabo varð valdur fyri Vága Handverkarafelag, Karl Magni Hammer fyri Nes sókar Handverkarafelag, Suni Simonsen fyri Vestmanna Handverkarafelag og Magnus á Stongunum fyri Atlantic Workers Union
Hini stjórnarumboðini eru Poul Øregaard, Jákup Eliasen og Heini Heinesen.
Eftir aðalfundin skipaði stjórnin seg við næstformanni og starvsstjórn, ið saman við formanninum avgreiðir øll vanlig mál hjá Føroya Handverakarafelag.
Limirnir í starvsstjórnini eru hesir:
Henry Olsen, formaður,
Suni Simonsen, næstformaður, og
Poul Johannes Svabo.
06-05-12
Fíggjarmálaráðið hevur í dag gjørt semju við handverkarafeløgini
Á myndini eru Eli Brimsvík, Sofus Joensen, Palli Djurhuus (formaður í Landsfelag Handverkaranna), Henry Olsen (formaður í Føroya Handverkarafelag), Jørgen Niclasen og Snorri Fjallsbak
Semja er í dag gjørd millum Fíggjarmálaráðið øðrumegin og hinumegin Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna:
1. Sáttmálaskeið
Sáttmálin verður endurnýggjaður fyri tíðina frá 1. oktober í 2011 til 1. oktober í 2013.
2. Lønarhækkanir
Tann 1. oktober í 2011 hækka allar mánaðarlønir 220 kr., og tann 1. oktober í 2012 hækka tær aftur 220 kr.
3. Aðrar broytingar
Inn verður sett nýggj grein:
§ 7 a. Vaktarskylda
Tá ið handverkari verður settur í starv ella er í starvi, sum fevnir um ávísa vaktarskyldu ella ávísa telefonvakt, skal avtala verða gjørd um, hvørja samsýning, handverkarin skal hava. Samsýningin kann vera veitt sum løn ella sum avspákan. Tá ið mett verður um samsýningina, verður tikið við alt tað, sum hevur týdning, so sum, hvat verður kravt av handverkaranum, hvussu ofta nakað kemur fyri, og tradisjónirnar í fakinum. Slíkar avtalur verða at senda Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum til góðkenningar. Henda áseting kemur í gildi frá 24. apríl 2012 at rokna.
Í grein 3 verður sett inn nýtt stk. 5, ið er soljóðandi: Handverkari, sum er leiðari hjá øðrum handverkarum, verður løntur við einari løn, sum svarar til 6 eyka stig í lønartalvuni, sí hesa.
4. Ígildiskoma
§ 23 verður soljóðandi: Hesin sáttmáli er galdandi frá 1. oktober í 2011, og báðir partar kunnu siga hann upp við 3 mánaða freist, tó í fyrsta lagi til 1. oktober í 2013.
5. Dagføring
Lønartalvan er dagførd eftir omanfyristandandi.
Á Argjum tann 24. apríl í 2012
Føroya Handverkarafelag
Landsfelag Handverkaranna
Fíggjarmálaráðið
Lesið uppskot til sáttmála her
Nýggja lønartalvan: LØNARTALVA galdandi frá 1. okt. 2011.
25-04-12
Viðmerking til broytingarnar í ALS
Vegna Føroya Handverkarafelag vil eg hervið staðiliga mótmæla, at ALS útgjaldið lækkar, og at karensdagarnir vera settir inn aftur í skipanina.
At útgjaldið lækkar, kann hava óbøtandi skaða á føroyska samfelagið. Í 90unum flýddu 5000 føroyingar av landinum, tí liviumstøðurnar vóru so ringar. Um ALS útgjaldið lækkar, er stórur vandi fyri, at hetta sama endurtekur seg.
At hækka inngjaldið 0,25% er ov lítið, tí fyri árini 2010 og 2011 hevur ALS havt eitt samlað undirskot, sum táttar í 300 milliónir! Hetta er eitt ørandi tal, sum tey 0,25% í hækking saman við karensdøgunum og lækkingini í útgjaldinum ikki fáa ALS á beint aftur.
Loysnin má vera at varðveita útgjaldið, so at vit hava okkara arbeiðsføra fólk í landinum, tá uppgongutíðirnar koma, og vit hava brúk fyri nógvum fólki. Harafturat má ALS-inngjaldið hækka meira enn 0,25%, so at ALS kann virka eftir ætlan, nevniliga at geva fólki, sum blíva arbeiðsleys ein møguleika fyri at vera verandi í Føroyum.
Henry Olsen formaður
10-12-11
Yvirlýsing
Fleiri enn 30 fakfeløg hava samtykt yvirlýsing, har tey staðiliga mótmæla ætlanunum um at broyta skattingina av eftirlønum soleiðis, at inngjøld verða skattaði heldur enn, sum í dag, útgjøld.
Lesið yvirlýsingina her.
05-11-11
Nýggj lønartalva
Nýggja lønartalvan avtalað millum øðrumegin Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna og hinumegin Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag galdandi frá 1. oktober 2011 er nú løgd á heimasíðuna.
Lønartalvan er at finna á síðuni Sáttmálar.
10-10-11
Føroya Handverkarafelag havt aðalfund
Føroya Handverkarafelag hevur havt aðalfund, og formaðurin er afturvaldur fyri tvey ár.
Lesið tíðindi frá aðalfundinum her.
08-05-11
Fuglafjarðar Handverkarafelag havt aðalfund
Fuglafjarðar Handverkarafelag hevði ársaðalfund 28. februar 2011 kl. 19,30. Fundurin var ikki viðtøkuførur, og tí varð eykaaðalfundur hildin 1/2 tíma seinni.
10 limir vóru møttir.
Á skránni var millum annað formansval, og val av einum stjórnarlimi.
Formaðurin, Jákup Eliassen og stjórnarlimurin, Agnar Lassaberg vórðu báðir einmælt afturvaldir.
Fyrri eykalimur var Áslakur Johannesen, annar eykalimur var
Hans Vilhelm Antoniussen.
Eisini góðkendi ársaðalfundurin keypið av gomlu sýslumanshúsunum, sum Sjúkrakassin hevur átt og húsast í tey seinastu árini.
02-03-11
Nýggjur sáttmáli við SEV
Handverkarafeløgini og SEV undirskrivaðu 2. februar 2011 semju um nýggjan sáttmála, sum er galdandi til 1. oktober 2011.
Semjan byggir á ein karm á áleið 1%.
Aðrar smærri broytingar eru eisini.
Lesið semjuna her ...
Nýggi sáttmálin og galdandi lønartalva liggja undir:
SÁTTMÁLAR
05-02-11
Nýggjur sáttmáli við Fíggjarmálaráðið
Handverkarafeløgini og Fíggjarmálaráðið undirskrivaðu 2. februar 2011 semju um nýggjan sáttmála, sum er galdandi til 1. oktober 2011.
Semjan byggir á ein karm á áleið 1%.
Aðrar smærri broytingar eru eisini.
Lesið semjuna her ...
Nýggi sáttmálin og galdandi lønartalva liggja undir:
SÁTTMÁLAR
05-02-11
Gott nýggjár
Føroya Handverkarafelag ynskir øllum limum sínum og viðskiftafólkum eitt gott og eydnuberandi nýggjár.
02-01-11
Faldari um samlagstrygging og eftirløn
Nú ber til at lesa um samlagstryggingina og eftirlønina á netinum. Far inn á:
Samlagstrygging og eftirløn
08-12-10
Nýggjur sáttmáli undirskrivaður fyri handverkarar

Eftir nýggja sáttmálanum hækkar lønin 1. okt. 2010 við 1,8% frá 120.74 til 122,91 kr.
og aftur 1. okt. 2011 við 1,81% til 125,13 pr tíma.
Hesaferð var alt koyrt uppá lønina.
Samstundis eru nýggjar orðingar komnar í sáttmálan, sum gera hann greiðari fyri báðar partar.
Lesið semjuna her ...
Nýggi sáttmálin og galdandi lønartalva liggja undir:
SÁTTMÁLAR
07-10-10
Flogmekanikarasáttmáli
Semja er gjørd millum Føroya Arbeiðsgevarafelag/Føroya Handverksmeistarafelag
og Føroya Handverkarafelag um flogmekanikarasáttmálan.
Flogmekanikararnir fingu nakrar nýggjar orðingar í sáttmálan og somu % sum høvussáttmálin.
Lesið semjuna her ...
Nýggi sáttmálin liggur undir
SÁTTMÁLAR
07-10-10
Lærlingar rætt til ferðastuðul
Við einum nýggjum dómi hevur Føroya rættur staðfest, at lærlingar hjá Føroya Handverkarafelag hava rætt til ferðastuðul.
Lesið tíðindaskriv her ...
24-06-10
Føroya Handverkarafelag havt aðalfund
Føroya Handverkarafelag hevði aðalfund á Tekniska skúla í Klaksvík leygardagin 27. mars 2010.
Lesið frásøgn frá aðalfundinum her ...
20-03-10
Nýggj arbeiðsskaðatryggingarlóg
Endamálið við lógini er at veita endurgjald til persónar, ið koma fyri skaða, ella teirra avvarðandi, orsakað av óhappi í sambandi við útinnan av arbeiði.
Lesið meira um hetta her ...
20-03-10
Atlantic Workers Union hevur havt ársaðalfund
Atlantic Workers Union hevði ársaðalfund leygardagin 20. mars 2010. Skráin var eftir lógum felagsins.
Møttir vóru 10 limir, so aðalfundurin var viðtøkuførur.
Nevndarval var á skránni, og varð Magnus á Stongunum afturvaldur til formann. Andrew Djurhuus ynskti ikki afturval, og í hansara stað var Eyðfinn Davidsen valdur í nevndina, og Høgni Joensen bleiv afturvaldur.
Sum 1. eykalimur varð Tummas Rasmussen valdur, og 2. eykalimur er Bergur Jacobsen.
20-03-10
Vestmanna Handverkarafelag havt aðalfund
Leygardagin 20. mars 2010, hevði Vestmanna Handverkarafelag ársaðalfund.
Til fundin møttu 10 limir, og tað er sera nógv, í mun til støddina á felagnum.
Tríggir limir stóðu fyri vali. Teir vóru Suni Simonsen, Marner Seloy og Janus Jensen. Allir stillaðu uppaftur, og eingi mótvalevni vóru, so allir hildu fram uttan atkvøðugreiðslu.
Ongar broytingar vóru í nevndini, so formaður er Suni Simonsen, næstformaður er Marner Seloy, skrivari er Janus Jensen, og nevndarlimir eru Hjalmar Ingebrigtsen og Fríðbjørn Seloy.
20-03-10
Nes Sóknar Handverkarafelag havt ársaðalfund
Nes Sóknar Handverkarafelag hevði ársaðalfund týskvøldið 9. mars.
Skráin var eftir lógum felagsins, húsakeyp og veðseting av fastari ogn.
Møttir vóru 10 limir, so eykaaðalfundur skuldi til, fyri at fundurin kundi verða viðtøkuførur.
Formansval var á skránni, og var Henry Olsen afturvaldur til formann uttan mótvalevni. Eisini stóðu tveir nevndarlimir fyri vali: Karl Magni Hammer og Rasmus Magnussen, sum báðir blivu afturvaldir.
Sum 1. eykalimur var Símun Pauli Johannesen valdur, og 2. eykalimur er Jørmund Juul.
12-03-10
Fuglafjarðar Handverkarafelag haft ársaðalfund
Fuglafjarðar Handverkarafelag hevði ársaðalfund týskvøldið. Møttir vóru 10 limir, So eykaaðalfundur skuldi til, fyri at fundurin kundi vera viðtøkuførur.
3 nevndarlimir stóðu fyri vali. Atli Ryggshamar, Jann Fr. Hansen og Edmund Abrahamsen.
Edmund Abrahamsen ynskti ikki afturval, og í hansara stað var valdur í nevndina Petur við Gjónna. Hinir báðir vóru afturvaldir.
Sum 1. eykalimur var Áslakur Johannesen valdur, og 2. eykalimur er Jóhan Hansen.
24-02-10
Limir fáa nú lokaupphædd
Føroya Handverkarafelag hevur samtykt at veita lokaupphædd til limirnar
Lokaupphæddin er ein partur av samlagstryggingini, og verður umsitin av LÍV. Eins og við samlagstryggingini, verða útgjøld frá hesi lokaupphæddini úgoldin í einum, skattafrítt.
Lokaupphædd verður útgoldin til limir, ið er 67 ár eftir 1. januar 2010.
Kravið fyri at fáa lokaupphædd útgoldna er, at ein hevur verið limur í Føroya Handverkarafelag í minsta lagi 10 ár tilsamans, harav tey seinastu 5 árini samanhangandi, innan útgjaldið.
Limur kann eisini søkja um at fáa lokaupphæddina útgoldna innan hann fyllir 67 ár, tó í fyrsta lagi, tá ið hann fyllir 60. Tá er útgjaldið 1/8 partur av fullari upphædd fyri hvørt árið, í mun til at limurin er 67 ár.
Limir, ið hava rætt til útgjald, fáa bræv um hetta frá Lív.
24-02-10
Eldri tíðindi...
| |
|

SAMLAGSTRYGGING OG EFTIRLØN

Føroya Handverkarafelag hevur skrivstovu í hesum bygninginum yvirav Posthúsinum á Óðinshædd á Hoyvíksvegi 65 í Havn.
|
|